- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvissa ávirkaði ikki hugin at stovna vinnufeløg
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2019-08-28-11h17m31s210.png?itok=AXPPcNiv)
Hóast nógv óvissa var hjá vinnnuni í 2020 og 2021, er áhugin hjá føroyingum at stovna vinnulig feløg ikki minkaður, skrivar Vinnuhúsið.
Sambært Skráseting Føroya vóru stovnað 367 partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg í 2021. Í 2020 vóru stovnað 293 feløg og í 2019 var talið 269.
Í 2017 kom lógin um íverksetarafeløg í gildi. Eitt íverksetarafelag er eitt serligt smápartafelag, sum kann stovnast við einari krónu í byrjanarkapitali.
Eisini nógv íverksetarafeløg
Og nógv íverksetarafeløg eru stovnað. Tey vóru 97 í 2017, 110 í 2018, 269 í 2019, 293 í 2020 og 367 í fjør.
Feløg vera eisini strikað. Síðani 2018 eru 50 iverksetarafeløg strikað í vinnuskánni.
Men strikaðu partafeløgini og smápartafeløgini eru færri nú.