Bagge givin í AB

Bagge givin í AB
Um vikuskiftið vann AB ein trivaligan 4-1 sigur á NSÍ á útivølli, men í kvøld boðar AB frá, at Sámal Erik "Bagge" Hentze er farin frá sum venjari
Bagge, sum eisini venur føroyska U21-landsliðið, er ikki longur venjarin hjá AB
Mynd: Savnsmynd  
 
17.05.2022 - 19:08

Aftur í kvøld brast ein bumba í føroyska fótbóltsheiminum. 

AB boða nevniliga frá, at venjarin, Sámal Erik Hentze, sum vanliga verður nevndur Bagge, gevst sum venjari í AB. 

Í fráboðanin á Facebook-vanganum hjá AB stendur: 

"Høvuðsvenjari okkara hevur í dag ynskt at vera loystur úr starvi. Orsøkin til uppsøgnina er, at ítróttarligu ambitiónirnar ikki samsvara millum felag og venjara.

Tað er týdningarmikið at undirstrika, at uppsøgnin einki hevur at gera við søgurnar um AB í miðlunum."

Harvið er Bagge næsti venjarin í bestu mansdeildini í fótbólti sum gevst í ár. Herfyri boðaði Øssur Hansen frá, at hann gavst sum venjarin hjá B68. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008