Poddvarp: "Ein granni ger innrás"

bannari
Poddvarp: "Ein granni ger innrás"
Í fýra pørtum verður kavað niður í søguna hjá Ukraina, frá tí at Sovjetsamveldið fall og Ukraina gjørdist sjálvstøðugt land, og til Russland gjørdi innrás í Ukraina
hví er tað kríggj í Ukraina? Og hví hevur Ukraina so stóran týdning fyri Russland? Vit royna at koma við einum svari í sendirøðini "Ein granni ger innrás", sigur Arfríð Joensen Dahl, ið hevur lagt til rættis
 
16.05.2022 - 13:30

Søguliga hava Russland og Ukraina altíð verið tætt knýtt. Tað er søgan um einaveldiga stórabeiggjan og rebelska lítlabeiggjan, sum sjálvur vil ráða fyri borgum.

Stríðið millum brøðurnar báðar kulmineraði við russisku innrásini í Ukraina 24. februar í ár. Og í løtuni berjast ukrainar sum úlvar fyri at verja sítt frælsi og sín samleika móti stóru russisku bjørnini.

 

Afturum søguna

"Ein granni ger innrás" er poddvarp/sendirøð í fýra pørtum, sum Arnfríð Joensen Dahl hevur lagt til rættis, har hugt verður nærri at sambandinum millum grannarnar Russland og Ukraina.

"Hvønn dag hoyra vit tíðindi frá ræðuleikunum í Ukraina. Men hví er tað kríggj í Ukraina? Og hví hevur Ukraina so stóran týdning fyri Russland? Vit royna at koma við einum svari í hesi sendirøðini. Og fyri at svara, so mugu vit fyrst og fremst vita meira um tað langa søguliga sambandið millum Ukraina og Russland," sigur Arnfríð Joensen Dahl um poddvarpið/sendirøðina. 

 

Í morgin til fríggjadagin

"Ein granni ger innrás" verður at hoyra í úvarpinum eftir Breddan frá í morgin og til og við fríggjadagin.

Poddvarpið verður eisini at hoyra her á heimasíðu okkara, kvf.fo. 

 

 

"Ein granni ger innrás" (1/4)
í útvarpinum eftir Breddan
frá í morgin og til og við fríggjadagin
kl. 10.20 & kl. 19.00

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497