Kunnu taka havhestaegg hóast fuglakrím

Kunnu taka havhestaegg hóast fuglakrím
Ansast má væl eftir, og eggini skulu hitaviðgerast væl, áðrenn tey vera etin
Havhestaegg skulu ikki takast, um sjúkur ella deyður fuglur er í økinum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
 
16.05.2022 - 08:43

Til ber at fara eftir havhestaeggum, hóast fuglakrím er í Føroyum.

Men ansast má væl eftir.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er spurd, um vandi er fyri smittu við fuglakrími, tá havhestaegg vera tikin.

Svarið er, at umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar, tá rá egg verða handfarin. Egg skulu ikki takast, um sjúkur ella deyður fuglur er í økinum.

 

Smittar vanliga ikki fólk

Eggini skulu hitaviðgerast væl, áðrenn tey vera etin. Rá egg skulu ikki koma í samband við mat, sum er klárur at eta.

Tað slagið av fuglakrími, sum er á okkara leiðum, smittar vanliga ikki fólk. 

Okkurt dømi er tó, men tá hava fólk verið í serliga tøttum sambandi við sjúkan fugl uttan at hugsa um smittuvandan, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878