500 fleiri løntakarar seinasta árið

500 fleiri løntakarar seinasta árið
27.800 løntakarar vóru í Føroyum í apríl
500 løntakarar eru lagstir aftrat seinasta árið.
Mynd: Hagstovan  
 
11.05.2022 - 13:58

Seinasta árið er talið á løntakarum vaksið 500, upp í 27.800, og tað eru umleið tvey prosent fleiri enn somu tíð í fjør.

Seinastu tvey árini hevur vøksturin í løntakaratalinum verið avmarkaður, og tá korona kom, var samfelagið sett niður í ferð. Men nú tykist talið aftur at vaksa, sigur Hagstovan.

 

Av teimum 27.800 løntakarunum í apríl vóru 14.200 menn og 13.600 kvinnur, 260 fleiri enn og 220 kvinnur fleiri enn sama mánað í fjør.

 

Gongdin í vinnugreinunum

Javnur vøkstur hevur verið í almennari og privatum tænastum, og færri løntakarar hava verið í byggivinnuni seinastu árini. Men nú visir gongdin, at løntakaratalið í byggivinnuni minkar ikki longur.

Í fiskivinnu- og tilfeingisvinnu eru sveiggini størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011 hevur verið ein greiður vøkstur. 

600 fleiri løntakarar eru í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu nú, ella tilsamans 4.100.

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371