- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit liva longri
Føroyingar liva longur.
Í árunum 2020-21 er miðal livialdurin fyri kvinnur sløk 86 ár og fyri mannfólk stív 81 ár. Bæði hjá kvinnum og monnum er livialdurin longdur munandi tey síðstu nógvu árini.
Seinastu 35 árini er miðal livialdurin hjá kvinnum longdur 6,9 ár og hjá monnum 9,5 ár. Sostatt hava menninir drigið inn á kvinnurnar við 2,6 árum.
Samanborið við miðal livialdurin í øðrum av heimsins londum liggja Føroyar í ovasta endanum.
Longsti livialdurin er í Føroyum, Hong Kong, Macao, Japan og Sveits við 84-85 árum.
Øll norðurlond
Síðani koma 32 lond við livialdri 80-83 ár. Her eru øll norðurlondini, Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland og Danmark, umframt Avstralia, Ísrael og flestu ES-londini.
Stytsti livialdurin er í afrikansku londunum Mali, Suður-Sudan, Somalia, Nigeria og Sierra Leone, har livialdurin er undir 60 ár.
Grønland liggur sum nummar 125. Har er miðal livialurin 71 ár.
Tølini um livialdur eru frá Hagstovu Føroya.