Landsbankin: Fíggjarstøðan verri enn undan fíggjarkreppuni

Landsbankin: Fíggjarstøðan verri enn undan fíggjarkreppuni
Neyðugt er at hava avlop á fíggjarlógini í góðum tíðum, sigur bankin
 
09.05.2022 - 10:34

Fíggjarstøða landskassans er verri, enn hon var í 2008, tá ið fíggjarkreppan rakti. Landskassin eigur tí at tryggja sær meira á kistubotninum, tá ið góðar tíðir eru, so bjálving er móti verri tíðum.

Tað sigur Landsbankin í dag.

Í 2007, beint fyri fíggjarkreppuna, var nettoskuld landskassans nærum 0.

Í sambandi við fíggjarkreppuna hevði landskassin fleiri ár á rað hall á fíggjarlógini, og skuldin hjá landinum vaks tilsamans 2,8 mia. kr. frá 2008- til 2015. Eftir 2015 og nøkur ár fram var avlop á fíggjarlógini, og tá minkaði nettoskuldin eitt vet. 

 

Malan Johansen er stjóri í Landsbankanum. 

 

Skuldin aftur vaksin

Síðani 2019 er nettoskuldin tó aftur vaksin, hóast stóra framgongd í búskapinum.

Landsbankin vísir á, at fyri at minka um nettoskuldina, er neyðugt við avlopi á fíggjarlógini. Landsbankin sigur, at málið eigur at vera at byggja upp eina positiva nettoogn upp á umleið 10 prosent av BTÚ, ella á umleið 2 mia. kr. í góðum tíðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF