- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu eisini flyta menningarkvotu millum ár
Kunnu eisini flyta menningarkvotu millum ár
Tað, sum verður ov nógv fiskað í 2022, verður mótroknað í egnu svartkjaftakvotuni hjá skipinum í 2023
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2022-02-24-10h24m26s262.png?itok=mNmFw3-X)
Árni Skaale er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
06.05.2022 - 18:24
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av, at eisini fiskifør, ið hava menningarkvotu av svartkjafti, sum er løgd um til egna árskvotu, kunnu flyta kvotu millum ár, skrivar Fiskimálaráðið.
Hetta ber í sær, at hesi fiskifør kunnu flyta upp til 10 prosent av egnu svartkjaftakvotuni í 2022 til árið eftir, ella fiska upp til 10 prosent upp um kvotuna í 2022.
Tað, sum verður ov nógv fiskað í 2022, verður mótroknað í egnu svartkjaftakvotuni hjá skipinum í 2023.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV