Bilur fór útav og kolaðist upp

Bilur fór útav og kolaðist upp
Maðurin, sum var í bilinum, var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar
 
06.05.2022 - 08:39

Um hálvgumátta-tíðina í morgun fór ein bilur út av vestmannavegnum við Kvívík.

Eldur kom í bilin, sum kolaðist upp.

Ein maður var í bilinum. Hann slapp út, men gramdi seg um pínu í rygginum. Hann var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Maðurin var einsamallur í bilinum.

Sløkkiliðið í Kvíkvík var boðsent.

Politiið veit ikki enn, hvat orsøkin var til óhappið. Men tvey vitni eru, og tey vera avhoyrd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948