Sleppa aftur úr Mariupol í morgun

bannari
Sleppa aftur úr Mariupol í morgun
Um vikuskiftið eru 100 fólk sloppin úr ukrainska býnum, sum er bumbaður í sor
100 fólk sluppu úr Mariupol í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.05.2022 - 09:13

Aftur í morgun sleppa fólk úr ukrainska býnum, Mariupol, sum er bumbaður í sor.

Í gjárkvøldið boðaði Zelenskyj, forseti, frá, at 100 fólk vóru sloppin úr býnum í gjár.

Talan er um eitt samstarv ímillum ST, Reyða Kross, Russland og Ukraina, upplýsir Saviano Abreu, talsfólk hjá ST sambært Reuters.

Tað gjørdi helst mun, at ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, vitjaði bæði í Russlandi og í Ukraina í farnu viku, sigur tíðindakvinnan hjá Danmarks Radio í Ukraina, Anna Gaardslev:

 

1524800

 


Líkt er til, at arbeiðið at fáa sivilfólk úr Mariupol heldur fram í dag, sigur tíðindakvinnan hjá DR:

 

1524801

 

Sendistova letur uppaftur

Danmark letur sendistovuna í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, uppaftur í dag. Hon hevur verið stongd síðani 24. februar, tá russiska innrásin í Ukraina byrjaði.

Donsku sendifólkini vóru fyrst í ukrainska býnum, Lviv, men seinastu tíðina hava tey verið í Póllandi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856