- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta kann gerast árið hjá Marius DC
Marius DC er erligur, men sanniliga eisini herligur.
Ungi rapparin úr Havn møtti upp til Sement í ár við bólki og bara føroyskum sangum, og tað hevur klætt honum væl. Og Marius DC var eins sannførandi í finaluni, sum hann var í undanumfarinum.
Marius vendir rangan út í sínum tekstum, og hann rappar um tað, ið hann upplivir í sínum gerandislívi. "Eg eri ikki bangin fyri tær, tú ert bara ein babyrokkari," nærmast spýtti Marius út, sum hevur lagt eitt sindur av punki afturat sínum úttrykki.
Marius gevur longutong til tað mesta, og í kvøld sendi hann eisini eina heilsu til Sement-dómararnar í fjør, sum høvdu sagt við hann, at hann ikki var nóg erligur í sínum úttrykki. Og um nakar ivaðist í, um Marius DC meinar tað, ið hann rappar um, so er tað sligið fast við sjeytumma seymi í Sement í ár.