- Tíðindi, mentan og ítróttur
Daniel er eitt frískt lot
Sement hevur aftur í ár gjørt sína skyldu, tí tónleikakappingin hevur aftur fostrað eitt fullkomiliga nýtt navn, ið hevur bergtikið fólk. Talan er um bólkin Daniel.
Og tað ber heldur ikki til at siga annað enn, at Nes Kommuna hevur gjørt sína skyldu, tí kommunan er sera væl umboðað í Sement-finaluni í kvøld. Umframt Daniu O. Tausen, sum er ættað av Toftum, so er bólkurin Daniel eisini sprottin úr Nes Kommunu, tí oddamaðurin Heri Danielsen er toftamaður.
Hóast Heri er kendur úr ungdómspolitikki, har hann hevur stillað upp fyri Sjálvstýri, og hartil hevur roynt seg sum stand up-skemtara, so er Heri Danielsen og Daniel sum ein nýlembt lamb tónlistarliga.
Daniel spælir tónleik við andaligum undirtónum, sum flirtar við tí teatralska, og leggur seg í grundini rættiliga tætt upp at musikalsjangruni. Heri Danielsen er tikin úr leikum sum oddamaður, ið dugir at vinda áhoyrarafjøldina um sín lítlafingur við sjarmu og humor.
Framførslan hjá Daniel var sannførandi,og serliga friðarligi sangurin um "Einkjumannin" fór reint inn.
Daniel tykist vera ein bólkur, ið er komin fyri at vera á føroyska tónleikapallinum. Beint nú arbeiðir tíðin fyri bólkin og tónleikin hjá honum, tí enn tykist tónlistarliga úttrykkið nakað feskt, men tað mennist við sjeymíla ferð. Nýlembda tónlistarliga lambið er við at finna síni bein tónlistarliga.