Lupu á Kyiv meðan ST-aðalskrivarin var á vitjan

bannari
Lupu á Kyiv meðan ST-aðalskrivarin var á vitjan
Hetta vísir muruna í russisku leiðsluni, sigur ukrainski forsetin
Antonio Guterres, ST-aðalskrivari, var í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.04.2022 - 08:18

Undir vitjanini hjá ST-aðalskrivaranum, Antonio Guterres, í Kyiv, hava russar framt rakettálop á býin.

- Hetta vísir muruna í russisku leiðsluni, at teir royna at eyðmýkja ST og alt tað, sum Sameindu tjóðir standa fyri, segði ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskij, eftir fundin við Guterres.

Hetta er fyrstu ferð síðani miðjan apríl, at Russland ger rakettálop á Kyiv.

 

Ræðandi

- Vit eru í einum krígsøki, og tað er ræðandi, at hetta hendir so nær okkum, sigur talsmaðurin fyri humaniteru skrivstovuna hjá ST, Saviano Abreu, við tíðindastovuna AFP.

Nógvir vesturlendskir oolitikarar hava vitjað Kyiv undir krígnum, men hetta er fyrstu ferð, at eitt slíkt álop verður framt nærindid høvuðsstaðnum undir slíkum vitjanum.

- Hetta er eitt álop á trygdina hjá ST-aðaskrivaranum og á heimstrygdina, sigur ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791