Nógv til av smáum svartkjafti

Nógv til av smáum svartkjafti
Havstovan hevur gjørt ekkókanningar sunnan fyri Føroyar
Mynd: Savnsmynd.  
 
26.04.2022 - 14:51

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar undan páskum.

Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av smáum svartkjafti í føroyskum øki í ár.

Talan er serliga um 2020-árgangin, men eisini 2021 árgangin. Talan er fyri tað mesta um óbúnan fisk, sum stendur víða um í sunnara parti av føroyskum øki og nakað suður um markið. 

Miðallongdin var einans 23 cm og miðalvektin 80 gram í kannaða økinum, skrivar Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371