Føroyar taptu 26-15 fyri Danmark

Føroyar taptu 26-15 fyri Danmark
Føroyska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum tapti 26-15 fyri Danmark í dag. 
Jana Mittún sæst her í dysti móti Rumenia.
Mynd: Mynd: EHF  
 
23.04.2022 - 17:14

Føroysku kvinnurnar góvu Danmark nógva mótstøðu ein stóran part av dystinum. Í hálvleikinum var støðan 12-9 til Danmark, og tá tað restaðu 20 minuttir av dystinum vóru fýra mál á muni. 

Seinastu løtuna skræðnaði tað. Føroyska liðið fekk fleiri góðar málmøguleikar, men alt ov ofta misnýttu spælarnir møguleikan. 

Avrikið var tó munandi betri enn seinasta dyst millum somu liðini í oktober í fjør. Tá vann Danmark 39-19, tá hevði Danmark eina greiða leiðslu allan dystin. 

Annar av málverjunum á føroyska liðnum, Annika Fríðheim Petersen, var kosin dagsins leikari hjá Føroyum. 

Hettar var seinasti dysturin hjá Føroyum í hesari EM-undankappingini. Føroyar fingu einki stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109