Óvist um Biden fer á vitjan í Ukraina

bannari
Óvist um Biden fer á vitjan í Ukraina
Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, hevur heitt á amerikanska forsetan, Joe Biden, um at koma á vitjan í krígsherjaða Ukraina. Biden er ivasamur
Joe Biden sigur seg ikki vita, um hann fer á vitjan í Ukraina
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
20.04.2022 - 08:38

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur seg ikki vita, um hann fer á vitjan í Ukraina.

Útsøgnin kemur í kjalarvørrinum av, at ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, hevur heitt á hann um at vitja krígsherjaða landið og høvuðsstaðin, Kiyv.

- Sannleikin er, at tað veit eg ikki, sigur Biden.

 

ST má taka um endan

Amerikanska sendikvinnan í ST, Linda Thomas-Greenfield, mælir sameindu tjóða til at herða aftursvarið á ta stóru flóttafólkakreppuna, sum russar hava skapt við krígnum í Ukraina.

- Vit vita, at heimurin skeitir eftir ST og hugsar, hvat mótsvarið eigur at vera til samvitskuleysu atgerðirnar hjá russum, sigur hon sambært CNN.

- Lat okkum vísa heiminum, at tá Russland elvdi til ringastu flóttafólkakreppuna í Evropa síðani annan heimsbardaga, tók ST um endan og hjálpti teimum, sum høvdu størsta tørvin, sigur amerikanska sendikvinnan í ST.

 

Nýggj deyðstøl úr Kharkiv

Ukrainskir myndugleikar siga frá nýggjum deyðstølum í næststørsta býnum í Ukraina, Kharkiv.

Samæbrt tíðindastovuni, AFP, hava minst trý fólk latið lív og 21 særd í russikum álopum á býin.

Upplýsingarnar koma dagin eftir, at fimm fólk lótu lív í líknandi bumbuálopum móti Kharkiv, sum liggur tætt við russiska markið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791