Løgtingið skal nú geva loyvi til avmarkandi tiltøk móti Russlandi

bannari
Løgtingið skal nú geva loyvi til avmarkandi tiltøk móti Russlandi
Eitt uppskot til løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina er á skánni til løgtingsfundin í morgin
Løgtingið skal nú viðgera eitt uppskot um at geva landsstýrismanninum heimild til at leggja hald á - ella frysta - ognir hjá russum í Føroyum. Bæði fastogn og leysafæ. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.04.2022 - 08:02

Sjey mál eru á skránni til tingfundin, sum byrjar í morgin klokkan 13.

Eitt av málunum er uppskot til løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. 

Lógaruppskotið fevnir fyrst og fremst um innflutning, útflutning, vøruflutning, tænastuveitingar og tøkniligar veitingar.

Uppskotið skal eisini geva landsstýrismanninum á økinum heimild til at leggja hald á - ella frysta - ognir hjá russum í Føroyum. Bæði fastogn og leysafæ. 

Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa heimild at seta í verk revsitiltøk, sum eru lík teimum, ið ES og onnur lond hava sett í verk, móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk. Hetta við tí endamáli at leggja trýst á Russland og Hvítarussland um at steðga krígnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791