- Tíðindi, mentan og ítróttur
Safir á trappuni við nýggjari útgávu
"Safir TVEY er endiliga á veg!"
Soleiðis skrivar Janus Trúgvason, sum er onnur helvtin av kendu kultdou'ini Safir, á sínum Facebook-vanga.
"Tað er við gleði og spenningi, at vit kunnu fortelja tykkum øllum, at okkara fyrsta staklag av nýggju EP'ini "Safir TVEY" heilt skjótt verður at hoyra," skrivar hann.
"Eg brúki høgru"
Í nítiárunum stovnaði Janus Trúgvason Safir saman við Tór Verland Johansen, og í 1996 góvu teir sína sjálvnevndu debutfløgu út.
Fleiri av løttu poppsangunum hjá Safir gjørdust risahitt her á landi, eitt nú "Høgra Jam" og "Tú ert so deilig".
Men so hvarv Safir eins brádliga og bólkurin hevði hertikið oyggjarnar, og tað hevur verið rættiliga kvirt um Safir líka síðani.
Kultbólkur
Hóast tað, so hava nýggj ættarlið uppdagað og tikið popp-perlurnar hjá Safir til sín, so bólkurin og sangir hansara hava fingið eitt kultstatus.
Nú ger Safir so comeback eina fjórðingsøld eftir debuttina við EPini "Safir TVEY".
"Fyri okkum er hetta stórt, tí líka síðani okkara fyrsta og einasta útgáva varð útgivin í 1996, hava vit altíð ynskt at gjørt "Safir TVEY". Vit eru í dag eitt annað stað í lívinum, men innan í okkum báðum livir Safir enn. Kanska meira enn nakrantíð," skrivar Janus Trúgvason.
Viðgera lívsins spurningar
Safir gjørdi comeback á Voxbotn fyri nøkrum áðrum síðani, og síðani hava teir báðir javnan jammað saman og verið í upptøkuhølinum.
"Tað hevur verið sera stuttligt, kreativt og feitt! Og fyri stuttum varð seinasta hond løgd á verkið: Safir TVEY er endiliga á veg," skrivar Janus Trúgvason á Facebook.
Nýggja EPin verður í andanum av "Safir"-útgávuni, tí á plátuni viðgera lívsins spurningar og svar á ein lættan, álvarsligan og skemtiligan hátt.
Fyrsta staklagið, "Vár", verður at hoyra heilt skjótt.