Russland ávarar Svøríki og Finnland móti Nato-limaskapi

Russland ávarar Svøríki og Finnland móti Nato-limaskapi
Um Svøríki og Finnland fara upp í Nato, verður Baltikum sambært russum ikki longur kjarnorkufrítt
 
14.04.2022 - 14:41

Meðan Svøríki og Finland í gjár boðaðu frá, at talan bert er um vikur, áðrenn hesi londini gerast limur í NATO, so kemur nú ein ávaring um hetta úr Russlandi. 

Sambært Reuters ávarar fyrrverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, Svøríki og Finnland ímóti at gerast limir í Nato, tí hetta fer at fáa Russland til at styrkja um sína verju. 

Harvið verður ikki longur talan um eitt kjarnorkufrítt Baltikum, sigur hann. 

Áðrenn hetta hevði Russland ongar ætlanir um at styrkja verjuna har, men javnvágin má endurskapast, sigur Medvedev, sum situr í russiska trygdarráðnum. 

Sambært forsætisráðharranum í Litava, Ingrida Simonyté, er tað ikki nakað nýtt, at Russland hóttir við at økja um hernaðarvirksemið í Baltikum, íroknað kjarnorkuvápn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV