Jeppe Kofod: ES er áhugað at samstarva við føroyingar

Jeppe Kofod: ES er áhugað at samstarva við føroyingar
Danska stjórnin vil hjálpa føroyingum at finna aðrar marknaðir, nú ikki ber so væl til at flyta út til Russlands, sigur danski uttanríkisráðharrin
Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
13.04.2022 - 09:47

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, spurdi Jeppe Kofod, danska uttanríkisráðharra, um hann vil virka fyri einari handilsavtalu millum Føroyar og ES.   

Tað sigur Jeppe Kofod seg vilja gera av heilum huga.

Hann sigur seg heldur ikki ivast í, at í ES er áhugi fyri samstarvi við Føroyar.

Uttanríkisráðharrin sigur, at handilsráðgevarnir hjá Uttanríkisráðnum og donsku sendistovurnar uttanlands eru til reiðar at hjálpa føroyskum útflutningfyritøkum at finna aðrar marknaðir í staðin fyri tann russiska.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371