- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smáligt fiskarí hjá ísfiskalínuskipunum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fiskivinna_1.jpg?itok=0vqMfwxb)
Nú í dymbildagavikuni eru trý ísfiskalínuskip úti. Fiskamarknaðurin væntar, at øll avreiða í vikuni.
Tey hava smáligt fiskarí.
Tvey frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland og trý undir Føroyum.
Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður nú í vikuni.
Streymurin harðnar
Streymurin harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi og so koma páskirnar.
Báðir djúpvatnstrolararnir liggja, men møguliga fer annar út í vikuni.
Trolbátar liggja
Um partrolarar verður sagt, at seks pør eru til fiskarí.
Fiskaríð er misjavnt, okkurt brúkiligt hál. Trolararnir avreiða í vikuni.
Allir trolbátar liggja.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll garnaskipini avreiða í vikuni, sigur Fiskamarknaður Føroya.