- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórfeløg í ringum skørum í Runavík
Í desember spældu tey um Løgmanssteypið. Í kvøld royna bæði NSÍ og B36 at kickstarta kappingarárið.
Bæði liðini hava fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Serliga NSÍ er í ringum skørum. Skaðaplágaðu runavíkingarnir byrjaðu við einum teprum sigri á EB/Streymi, men hava síðan tapt ímóti HB, B68 og KÍ.
Serliga illa mundi 2-0 tapið á heimavølli fyri grannunum av Toftum smakkað.
B36 vann sannførandi á B68 í fyrsta umfari, men síðan hevur árstalsfelagið tapt ímóti KÍ, HB og Víkingi. Dystarskráin hevur gamaní verið torfør, men tað elvir kanska til stúran hjá Dan Brimsvík, at B36 ikki hevur skotið mál síðan fyrsta umfar.
Útvarpið sigur frá dystinum við Løkin.
KÍ og HB stórfavorittar
KÍ hevur fult stigatal eftir fýra tey fyrstu umførini, og tey eru neyvan nógv, sum ikki vænta, at klaksvíkingar fara at fáa fult ímóti AB við Djúpumýru í dag.
HB, sum er tvey stig aftanfyri meistararnar, spælir í dag á heimavølli ímóti EB/Streymi. HB snávaði á Svangaskarði fyri viku síðani, og fekk bert eitt stig. Tí kann roknast við tendraðum heimamonnum, sum skulu vinna, um teir skulu fylgja við KÍ í oddinum.
EB/Streymur vann sannførandi á 07 Vestur seinasta umfar, so teir vera neyvan lættir at syfta.
Toftamenn eru ivaleyst í góðum lag undan dystinum ímóti 07 Vestur á Dungasandi. Fyrst vann B68 fyri fyrstu ferð í 10 ár við Løkin ímóti NSÍ og seinasta umfar fingu toftamenn eitt stig á heimavølli ímóti HB.
07 Vestur hevur fingið eina toluliga byrjan upp á kappingina, men seinasta umfar taptu vágamenn 3-0 við Margáir.
Í gjár vann Víkingur 4-2 á Skála í Sarpugerði.
5. umfar, Betri-deildin, menn:
15.00
KÍ-AB
HB-EB/Streymur
07Vestur-B68
18.00
NSÍ-B36