X-Factor verður stroymt beinleiðis her á síðuni frá klokkan 19

X-Factor verður stroymt beinleiðis her á síðuni frá klokkan 19
Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá er við í X-Factor finaluni, sum verður í kvøld, og tí fer at bera til at fylgja finaluni beinleiðis her á kvf.fo
 
08.04.2022 - 12:30

Føroyingar hava enn einaferð staðið seg sera væl í einari danskari sangkapping, tí tveir av teimum trimum finaluluttakarunum í donsku útgávuni av X-Factor í kvøld eru føroyingar. 

Talan er um tey bæði Tinu Mellemgaard og Kára Fossdalsá. 

Áhugin fyri finaluni er sostatt stórur millum føroyingar, og tí verður X-Factor finalan stroymd beinleiðis her á heimasíðu Kringvarpsins frá klokkan 19. 

Og tá Dagur og Vika er liðug í kvøld, so verður eisini sent beinleiðis frá X-Factor finaluni í sjónvarpinum. 

Tina, Beyonce og Søs Fenger

18 ára gamla Tina skal syngja "Love On Top" hjá Beyonce, ið hennara vegleiðari, Kwamie Liv, hevur valt til hennara at syngja. 

Síðani skal Tina syngja "Du er" og "Den jeg elsker, elsker jeg" saman við Søs Fenger.

Sleppur Tina víðari í finaluni, so skal hon syngja sín vinnarasang "Alting starter med en gnist", ið hon sjálv hevur skrivað, og sum verður útgivin eftir finaluna í kvøld. 

Kári, Pharrel Williams og Jonah Blacksmith

25 ára gamli Kári Fossdalsá skal syngja “Happy” hjá Pharrel Williams, áðrenn hann skal framføra sangirnar “Daughter og Jonah” og “House On Fire” saman við danska folk-rokk-bólkinum Jonah Blacksmith. 

Vinnarasangurin hjá Kára, sum hann sjálvur hevur verið við til at skriva, kallast “Believer”.

Spennandi verður at vita, um Kári sleppur at framføra hann í kvøld. 

Mads Moldt

Frítekst tagging: 

Mads, Tyler og Andreas

Kappingarneytin hjá Kára og Tinu eitur Mads Moldt, og hann fer at framføra “See you Again” hjá Tyler, the Creator. 

Mads skal syngja duett saman við Andreas Odbjerg, og vera tað sangirnir “Føler mig selv 100” og “Hjem fra Fabrikken”. 

Vinnarasangurin hjá Mads Moldt eitur “Clingy”

 

X Factor
Í kvøld
Beinleiðis á kvf.fo frá kl. 19:00
Beinleiðis í kvøld í sjónvarpinum eftir Dag og viku

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342