- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tina og Kári kláraðu ikki Mads
X Factor-finalan var nógv merkt av Merkinum í ár, tí tveir av trimum luttakarum í finaluni vóru føroyingar.
Talan var um 18 ára gomlu Tinu Mellemgaard og 25 ára gamla Kára Fossdalsá.
Í finaluni stóðu føroyingarnir seg væl, men tey vóru uppi ímóti 16 ára gamla danska stórtalentinum Mads Moldt.
Tina Mellemgaard byrjaði við at syngja sangin "Love On Top" hjá Beyonce. Ein sera trupul sangur, sum hon fekk nógv rós fyri frá dómarunum.
Kári Fossdalsá framførdi "Happy" hjá Pharrel Williams, sum hann framførdi saman við bólki sínum úr Aalborg. Eitt ynski, ið hevði nógv at siga fyri sjarmerandi og eygagóða toftamannin.
Vegleiðararnir hjá føroyingunum, Kwami Liv og Martin Jensen, vóru væl nøgdir við framførslurnar hjá Trinu og Kára.
Blackmann hevði lyndi til at gera kappingina til ein dyst millum Danmark og Føroyar, og hann heitti beinleiðis á danir um at atkvøða fyri danska luttakaranum, Mads Moldt.
Søs Fenger framførdi saman við Tinu Mellemgaard, og hon hevði nógv hjartalig og rósandi orð til ungu føroysku tónlistakvinnuna.
Framførslan hjá Kára Fossdalsá saman við danska folk-rokk-bólkinum Jonah Blacksmith var sera sannførandi.
Tá avtornaði, so skuldu Kári Fossdalsá og Mads Moldt kappast um sigurin, og tað endaði við, at 16 ára gamli Mads Moldt vann.
Og tað ber illa til at siga nakað til, at danska stórtalentið fór við sigrinum. Mads hevur verið mest sannførandi framførarin.