- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talsmaður hjá Putin: Kríggið endar í næstum
Ein samrøða, sum talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta, Dmitrij Peskov, hevði við Sky News í gjárkvøldið, hevur vakt stóran ans.
Hann váttaði nógv av tí, sum illgruni hevur verið um leingi.
Peskov segði, at Russland hevur mist nógv fólk í krígnum, og at kríggið fer at enda í næstum:
Talan er um eina serliga fráboðan frá Dmitrij Peskov, sigur tíðindamaðurin í uttanríkismálum hjá Kristeligt Dagblad, Jens Worning.
Men tað hevur altíð týdning, tá Peskov kemur við eini fráboðan, tí endamál hansara er at verja Vladimir Putin, forseta, fyri ringa umrøðu. Og eingin ivi er um, at Peskov roynir at skipa eina neyðlending fyri russiska forsetan.
Dmitrij Peskov sigur beinleiðis, at Russland hevur mist nógv fólk í krígnum, og tað er í andsøgn við alt tað, sum Russland higartil hevur sagt.
Peskov segði eisini í samrøðuni, at kríggið endar skjótt, men tað veit hann ikki, tí ta avgerðina hevur Peskov einki við at gera. Kortini er tað er áhugavert, sigur Jens Worning:
Jens Worning sigur, at Vladimir Putin ikki kann taka herdeildirnar aftur úr Ukraina, uttan at hava okkurt, sum líkist einum sigri. Og fær Russland tamarhald á Donbass-landspartinum, so er talan um ein lutvísan sigur.
Men Peskov leggur eisini dent á, at stríðið verður hart, ella endar kríggið við samráðingarborðið.
Russland hevur mist nógv fólk í krígnum í Ukraina. Henda myndin er av russiskum hermanni í havnarbýnum Mariupol (Mynd: Ritzau Scanpix)