Russiskt álop á ukrainska tokstøð kravt 35 mannalív

Russiskt álop á ukrainska tokstøð kravt 35 mannalív
Sivilfólkini royndu at flýggja úr økjum, sum russar hava valdið á, tá álopið var framt
Í minsta lagi 35 fólk doyðu, tá russiskar rakettir raktu tokstøðina har eysturi í Ukraina fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.04.2022 - 11:22

Russiskar rakettir hava rakt eina tokstøð í býnum Kramatorsk har eysturi í Ukraina, skrivar Reuters.

Í minsta lagi 35 fólk hava latið lív, og fleiri enn 100 sivilfólk eru særd í álopinum, skrivar AFP-tíðindastovan, sum hevur fólk á staðnum.

Ukrainski forsetin, Zelenskyj, sigur, at álopið er óndskapur.

- Hetta er markleysur óndskapur. Verður hann ikki revsaður, heldur hann ongantíð uppat, skrivar forsetin.

 

Ein av russisku rakettunum, sum vóru skotnar eftir tokstøðini í Kramatorsk. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Royndu at flýggja

Almenna jarnbreytarfelagið í Ukraina hevur váttað russiska álopið á tokstøðina í  Kramatorsk.

Sambært tíðindastovunum var álopið framt, meðan sivilfólk royndu at flýggja úr økjum har eysturi í Ukraina, sum russar hava valdið á.

Borgarstjórin í Kramatorsk sigur, at fleiri enn 4.000 fólk vóru stødd við tokstøðina, tá russar lupu á.

- Tey flestu vóru kvinnur, børn og gomul fólk, sigur borgarstjórin, Oleksandr Gontsjarenko.

Russland hevur víst aftur, at tað skipaði fyri álopinum.

 

Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni her:

 

KROMATORSK_NET

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856