VIDEO: Russar leypa á Odessa

bannari
VIDEO: Russar leypa á Odessa
Einki er frætt um, at nakar hevur latið lív í rakettálopinum
Tjúkkur roykur sæst yvir havnarbýnum Odessa í Ukraina. Russar siga, at rakettirnar raktu m.a. eitt oljureinsiverk í býnum.
Mynd: AP.  
 
03.04.2022 - 11:27

Fleiri spreingingar vóru tíðliga í morgun í ukrainska havnarbýnum Odessa, og tjúkkur roykur sæst yvir býnum.

Einki er frætt um, at nakar hevur latið lív í rakettálopinum.

Myndugleikarnir í Odessa siga, at tað eydnaðist ukrainskum deildum at skjóta fleiri russiskar rakettir niður, áðrenn tær raktu.

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni frá russiska álopinum á Odessa her:

 

ODESSA_NET
 
 
Russiska verjumálaráðið sigur, at rakettir raktu eitt oljureinsiverk og eina brennievnisgoymslu í Odessa.

Russland hevur seinastu dagarnar hert kríggið í landsynningspartinum av Ukraina, vísa bretskar fregnartænastuupplýsingar.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur eisini, at Russland roynir nú at fáa valdið sunnanfyri og eystanfyri í Ukraina.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946