- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta FM-finalan hjá monnunum seinnapartin
H71 tekur ímóti KÍF í fyrstu finaluni um føroyameistaraheitið í hondbólti hjá monnum seinnapartin.
Spælt verður 'best av fimm' so minst tríggir dystir skulu til fyri at avgera kappingina um FM-heitið.
H71 hevði lætt spæl í hálvfinalunum, har hoyvíkingar longu seinasta vikuskifti tryggjaðu sær finaluplássið eftir tveir stórsigrar á Team Klaksvík.
Hinvegin máttu kollfirðingar stríðast í trimum dystum ímóti VÍF, áðrenn plássið í finaluni varð tryggjað hóskvøldið.
FM-finalan í dag byrjar klokkan 16.00.
Team Klaksvík skrivaði søgu
Team Klaksvík reisti seg eftir laga avrikið í hálvfinalunum, tá klaksvíkingar vunnu bronsuheiðursmerki fyri fyrstu ferð.
Hetta hendi eftir sera javnan dyst ímóti VÍF, sum mátti avgerast við brotskøstum. Úrslitið var 35-34.