USA sendir hermenn og stríðsflogfør til Eysturevropa

bannari
USA sendir hermenn og stríðsflogfør til Eysturevropa
Umleið 200 amerikanskir hermenn venja í løtuni í Noregi, og teir verða fluttir til Litava
Kríggið í Ukraina hevur við sær, at USA brynjar seg í Eysturevropa.
 
30.03.2022 - 08:39

Amerikanska stjórnin fer at senda hermenn og stríðsflogfør til Eysturevropa í næstum.

Tað sigur John Kirby, talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið, Pentagon.

Tað er fyri at vísa, at amerikanarar eru í økinum, meðan kríggið í Ukraina herjar, sigur hann við tíðindastovuna, dpa.

Umleið 200 amerikanskir hermenn venja í løtuni í Noregi. Teir verða fluttir til Litava.

10 Hornet-jagaraflogfør og fleiri Hercules-flutningsflogfør eru eisini tøk hjá Nato at brúka. Enn er ikki greitt, hvar í Eysturevropa flogførini skulu flytast.

Danska stjórnin boðaði í gjár frá, at hon eru til reiðar at senda 800 hermenn til baltisku londini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772