- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sálarfrøðilig hjálp partur av neyðtøkutilbúgvingini
Sálarfrøðilig hjálp verður ein partur av neyðtøkutilbúgvingini frameftir.
Tað váttar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyri Kringvarpinum í dag.
Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at kvinnur, sum koma á neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum í sambandi við neyðtøku ella neyðtøkuroynd, skulu fáa í boðið at tosa við ein sálarfrøðing.
Pengar eru settir av til hetta, og tað er bert ein spurningur um dagar, til hetta tilboðið kemur í gildi, sigur landsstýrismaðurin, sum tó ikki vil gera samrøðu við Kringvarpið um málið.
Mannagongdir ikki lidnar
Tað var í síðstu viku, at tað kom fram, at neyðtøkutilbúgvingin ikki var klár, og at mannagongdirnar ikki vóru lidnar, tá ein kvinna í 30-unum bað um hjálp á Landssjúkrahúsinum í sambandi við eina neyðtøkuroynd fyri 10 døgum síðani.
Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, var í Degi og Viku fríggjadagin og bað um umbering fyri viðferðina, ið kvinnan fekk í sambandi við neyðtøkutilbúgvingina.
Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, sum hevur verið við í øllum arbeiðinum at fyrireika og seta á stovn neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum, segði við útvarpið leygardagin, at neyðtøkutilbúgvingin var sett í verk, áðrenn hon var klár. Eitt, sum manglaði, var eitt tilboð um sálarfrøðiliga hjálp til kvinnurnar.
Men landsstýrismaðurin í heilsumalum váttar í dag, at taðverður ein partur av tilbúgvingini í framtíðini.