Umleið 5.000 fólk deyð í Mariupol

Umleið 5.000 fólk deyð í Mariupol
Russar hava kringsett ukrainska havnabýin síðani 1. mars
Russiska kringsetingin hevur við sær, at tað er torført at fáa humanitera hjálp inn í Mariupol.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.03.2022 - 16:32

Nærum 5.000 fólk eru deyð í kringsetta havnabýnum Mariupol, orsakað av russiskum álopum.

Tað siga myndugleikar í býnum, sambært miðlinum Kyiv Independant. 

Sambært ST-mannarættindaskrivstovuni eru 1151 sivilfólk dripin, síðani kríggið byrjaði. ST leggur aftrat, at veruliga talið er helst munandi størri. 

Mariupol hevur verið kringsett av russiskum hernaðardeildum síðani 1. mars, og tað hevur gjørt tað trupult fyri ikki at siga ógjørligt at fáa humanitera hjálp inn í býin og fólk út úr býnum. 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko sigur nú sambært Reuters, at fleiri enn 100 sivilfólk eru dripin í høvuðsstaðnum, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824