Taka friðarsamráðingarnar uppaftur

Taka friðarsamráðingarnar uppaftur
Ukrainski forsetin sigur, at spuringurin um Ukraina sum uttanveltað land verður ein partur av samráðingunum við Russland
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at málið um Ukraina sum uttanveltað land skal tl fólkaatkvøðu fyrst.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.03.2022 - 08:41

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, váttar, at friðarsamráðingarnar millum Russland og Ukraina verða tiknar uppaftur í turkiska býnum Istanbul í næstum.

Samráðingarnar verða longu í dag ella í morgin, skrivar CNN.

Erdogan hevur í hesum sambandi tosað í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin. Sambært einum talsfólki hjá turkisku stjórnini, segði hann við Putin, at ein vápnahvíld millum partarnar er alneyðug.

Fleiri samráðingar hava verið millum Russland og Ukraina seinastu tíðina. Tó uttan úrslit.

Uttanveltað land

Eitt krav frá Russlandi er, at Ukraina verður eitt sonevnt uttanveltað land.

Tað hevur Ukraina higartil sýtt fyri. Síðani 2019 hevur tað staðið í ukrainsku grundlógini, at landið vil gerast partur av Nato.

Men nú bendir alt á, at Ukraina vil samráðast um at gerast eitt uttanveltað land. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj segði við russisk tíðindafólk í gjár, at Ukraina sum eitt uttanveltað land verður partur av komandi friðarsamráðingunum við Russlandi.

Tó leggur hann dent á, at skal Ukraina gerast uttanveltað land, skal hetta váttast av einum triðjaparti, og málið skal eisini til fólkaatkvøðu fyrst.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859