Línuskip og -bátar sleppa nú á Føroyabanka at royna

Línuskip og -bátar sleppa nú á Føroyabanka at royna
150 fiskidagar verða nú tøkir hjá línuskipum og 150 hjá línubátum á Føroyabanka. Hvørt skip og bátur fær tó í mesta lagi átta dagar
Línuskip og -bátar sleppa at royna á Føroyabanka
Mynd: Savnsmynd  
 
25.03.2022 - 09:59

Nú sleppa bæði línuskip og -bátar at royna á Føroyabanka. 

Sambært uppskoti um kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka fáa línuskip 150 fiskidagar, í mesta lagi átta dagar hvørt.

Eisini fáa línubátar 150 dagar, í mesta lagi átta hvør.

 

Útróðrarbátar fáa 30 fiskidagar

Og útróðrarbátar, sum eru minni enn 15 tons, kunnu royna við línu, snellu, snøri ella tráðu í samanlagt 30 fiskidagar.

Uppskotið um kunngerð, sum nú er til hoyringar til 4. apríl, skal koma 1. mai og fara úr gildi 1. januar næsta ár.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, greiddi soleiðis fra ætlanini at lata upp fyri eitt sindur av fiskiskapi á Føroyabanka, tá ætlanin gjørdist almenn í desember í fjør. 

Petur_Steingrund_um_Foroyabanka2


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371