
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukraina: Russar forða fyri neyðhjálp til Mariupol

Hjálparfelagskapir vilja vera við, at umleið 100.000 fólk framvegis eru í býnum Mariupol í Ukraina, sum Vladimir Putin vil hava hendur á.
Myndugleikarnir í Ukraina skuldseta russiskar hermenn fyri at hava steðgað einum fylgi av lastbilum við hjálp til fólk í Mariupol. Bilarnir eru steðgaðir tveir kilometrar frá býnum, siga myndugleikarnir í Ukraina.
Fólk royna at sleppa úr býnum, men tað er við vanda fyri lívinum, siga myndugleikarnir.
Tíðindakvinnan hjá DR, Anna Gaarslev, segði soleiðis í morgun um støðuna í Mariupol:
Putin vil ikki gevast
Franski forsetin, Emanuel Macron, tosaði í gjár við russiska forsetan, Vladimir Putin, fyri at royna at fáa hann at gevast við krígnum í Ukraina.
Men svarið var greitt, kríggið í Ukraina fer at halda fram, segði Putin.
Arbeiðið at fáa vápnahvíld í Ukraina heldur fram, sigur franski forsetin.
Ukrainski forsetin, Zelenskij, segði í nátt, at samráðingarnar við Russland um eina vápnahvíld halda fram, men framstigini eru smá, segði hann.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur ongar ætlanir um at gevastvið krígnum í Ukraina. (Mynd: Ritzau Scanpix)