Hálvfinaluspenningur í Klaksvík

Hálvfinaluspenningur í Klaksvík
Stórur spenningur er í Klaksvík undan fyrstu hálvfinalunum í hondbólti. Bæði Stjørnan og Team Klaksvík taka ímóti favorittunum úr Hoyvík í kvøld
Vuk Stevanovic og hinir úr Team Klaksvík eru í hálvfinalunum fyri fyrstu ferð
 
23.03.2022 - 13:03

Stórt hondbóltskvøld er í Klaksvík. Bæði Stjørnan og Team Klakvík hava heimavøll í fyrstu hálvfinalunum í landskappingunum í hondbólti. Í Burn-deildini er Team Klaksvík í endaspælinum fyri fyrstu ferð, so spenningurin er stórur undan fyrstu hálvfinaluni ímóti FM-favorittunum úr H71.  Í SMS-deildini hevur Stjørnan til tíðir spælt upp ímóti teimum bestu í ár, og hóast H71 endaði nakað frammanfyri hini, tykist hálvfinalan at vera opin. H71 hevur kortini vunnið allar tríggjar dystirnar ímóti klaksvíkskvinnum í ár.  Hálvfinalurnar eru skipaðar soleiðis, at spælt verður 'best av trimum', tvs. at annaðhvørt tvær ella tríggjar hálvfinalur skulu spælast millum liðini, sum eru parað.  Dysturin millum Team Klaksvík og H71 er í Badmintonhøllini og byrjar klokkan 18.30, meðan Stjørnan og H71 fara á vøllin í KÍ-høllini klokkan 20.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109