- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja forkvinnan: Tørvur er á skaðanevnd
Eftir 15 ár í formanssessinum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd fer Kári Thorsteinsson frá og hevur fingið ein avloysara. Talan er um Jónhild Rasmussen, ið starvast sum kundastjóri í Betri Trygging, sum nú fer at standa á odda fyri Ráðnum.
Jónhild Rasmussen hevur sitið í nevndini í fýra ár, harav seinastu trý árini sum næstforkvinna.
Av ítøkiligum málum, sum hon ætlar at arbeiða við, nevnir nýggja forkvinnan stóra tørvin á eini skaðanevnd.
- Okkum manglar hagtøl yvir vanlukkur. Ein skaðanevnd hevði givið okkum vitan um, nær og hví vanlukkurnar henda, umframt betri hagtøl sum heild. So tað er avgjørt nakað, vit arbeiða fram ímóti, sigur Jónhild Rasmussen, nýggj forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.