Tíðindi um rúsdrekka eru ikki lýsingar

Tíðindi um rúsdrekka eru ikki lýsingar
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum spurdi um rúsdrekkalýsingar í fjølmiðlunum
Landsstýrismaðurin svarar, at lítil ivi er um, at loyvt er at skriva tíðindi um nýggja vøru, eisini um rúsdrekka.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.03.2022 - 10:33

Tíðindi um rúsdrekka eru ikki lýsingar um rúsdrekka.

Lítil ivi er um, at loyvt er at skriva tíðindi um nýggja vøru, eisini um rúsdrekka. 

Líka lítil ivi er um, at eitt tilmæli um at keypa júst hetta ella hatta slagið av rúsdrekka ikki er loyvt sambært rúsdrekkalógini. 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum spurdi um rúsdrekkalýsingar í fjølmiðlunum.

 

Loyvt at skriva um rúsdrekka

Hann spurdi millum annað, um tað er loyvt at skriva tíðindi ella gera innsløg, har sagt verður frá, at eitt nýtt slag av øli ella brennivíni er komið, hvussu tað smakkar, í hvørjum sambandi tað hóskar seg best at verða drukkið, hvat tað kostar, og hvussu sterkt tað er. 

Landsstýrismaðurin svarar, at lítil ivi er um, at loyvt er at skriva tíðindi um nýggja vøru, eisini um rúsdrekka.

Politiið og ákæruvaldið meta í fyrstu atløgu, um talan er um lýsing ella tíðindi, sigur hann.

Í aðru atløgu ger rætturin av, um tíðindi um rúsdrekka í veruleikanum eru lýsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389