USA ávarar Russland

bannari
USA ávarar Russland
Eitt álop á eitt NATO-land, er eitt álop á øll NATO- lond, sum merkir, at NATO gerst partur av krígnum, sigur USA, nú russisku álopini í Ukraina nærkast pólska markinum
Ein hernaðarstøð í Yavoriv nær pólska markinum álopin
 
14.03.2022 - 07:04

Kemur bara eitt russisk skot á NATO-økið, so verður grein 5 sett í verk alt fyri eitt,  ávarar USA. 

Grein 5 sigur, at eitt álop á eitt NATO-land, er eitt álop á øll NATO- lond, sum merkir, at NATO gerst partur av krígnum. 

35 fólk lótu lív í gjár, eftir at Russland sendi rakettir eftir eini ukrainskari herstøð minni enn 25 kilometrar frá markinum til Póllands.

Talan er um størstu herstøð í vestara parti av Ukraina, og støðin verður ofta brúkt til felags venjingar við NATO, sigur Sky News.

Álopið á herstøðina hevur nú ført kríggið longri vestureftir, tætt upp at markinum til Póllands, sum er limur í NATO. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856