Ukraina væntar ítøkilig samráðingarúrslit fyrsta dagin

Ukraina væntar ítøkilig samráðingarúrslit fyrsta dagin
Í dag fara umboð fyri Ukraina og Russland at hava talgildan fund, har tikið verður saman um støðuna
Hóast samráðingarmenn hjá báðum pørtum eru bjartskygdir, heldur kríggið í Ukraina fram. Henda myndin er frá einum russiskum rakettálopi á eitt íbúðarhús í Kyiv.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.03.2022 - 08:52

Ein ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, er bjartskygdur undan samráðingarfundinum við Russland í dag, skrivar The Guardian sambært Ritzau.

Mikhailo Podoljak sigur, at hann væntar ítøkilig úrslit í samráðingunum fyrsta dagin.

Í dag fara umboð fyri Ukraina og Russland at hava talgildan fund, har tikið verður saman um støðuna.

 

Munandi framstig

Ein russiskur samráðingarmaður, Leonid Slutsky, segði gjár, at munandi framstig eru gjørd í samráðingunum við Ukraina. Hann heldur, at møguleikar eru fyri, at samráðingarnevndirnar koma til eina felags niðurstøðu, skrivar russiska tíðindastovan RIA sambært Reuters.

Russland og Ukraina hava samráðst í fleiri umførum seinastu tíðina.

7. mars hittust umboð fyri Russland og Ukraina í Hvítarusslandi,10. mars høvdu russiski og ukrainski uttanríkisráðharrin fund í Turkalandi, og í dag verður ein talgildur fundur millum partarnar.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856