- Tíðindi, mentan og ítróttur
14.700 russar tiknir fyri at mótmæla innrásini í Ukraina
14.700 russar tiknir fyri at mótmæla innrásini í Ukraina
Mótmælisgongur vóru í 37 russiskum býum í gjár

Hesin maðurin mótmælti russisku innrásini í Ukraina í Moskva í gjár og var handtikin. Tilsamans817 mótmælisfólk vóru tikin í russiska høvuðsstaðnum í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix
14.03.2022 - 08:37
Russar vísa sína misnøgd við russisku innrásina í Ukraina, men tað er ikki vandaleyst.
Bara í gjár vóru 817 russar handtiknir, tí teir vóru við í mótmælisgongum móti krígnum í Ukraina, skrivar tíðindastovan, AFP.
Mótmælisgongur vóru í 37 russiskum býum. Í høvuðsstaðnum Moskva vóru 300 fólk tikin, skrivar russiska tíðindastovan, Tass.
Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, eru 14.700 russar tiknir og fyri at hava mótmælt innrásini.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV