Russiskar rakettir nærkast pólska markinum

Russiskar rakettir nærkast pólska markinum
35 fólk hava latið lív, eftir at Russland í morgun sendi rakettir eftir eini ukrainskari herstøð minni enn 25 kilometrar frá markinum til Póllands
 
13.03.2022 - 14:02

 

Talan er um størstu herstøð í vestara parti av Ukraina, og støðin verður ofta brúkt til felags venjingar saman við NATO, sigur Sky News.

Álopið á herstøðina hevur nú ført kríggið longri vestureftir, tætt upp at markinum til Póllands, sum er limur í NATO. 

Ukrainski verjumálaráðharrin Aleksey Reznikov sigur, at útlendskir hernaðarvegleiðarar arbeiða á herstøðini. Tað er enn ikki staðfest, um nakrir útlendskir instruktørar vóru á støðini, tá hon varð álopin, men USA hevur síðani 2015 regluliga sent instruktørar til herstøðina, sum eisini hevur verið partur av altjóða NATO-venjingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962