- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri hernaðarmál í Kyiv løgd í oyði

Russiski herurin boðar í morgun frá, at hann hevur lagt fleiri hernaðarmál uttanfyri Kyiv í Ukraina í oyði. Tað skrivar tíðindastovan Tass.
Framkomin vápn, sum raka neyvt, hava m.a. lagt høvuðsstøðina hjá signal-fregnartænastuni í Brovary í oyði, sigur russiski herurin í frágreiðing í morgun. Eisini flogvøllurin í Vasilikov í útsynning úr Kiev er bumbaður.
Ukrainski herurin hevur ikki viðmerkt tíðindini enn, men í sjónbandaupptøku á Facebook váttar borgarstjórin í Vasilikov, Natalya Balasninovich, at átta bumbur hava rakt flogføllin, og at hann er fullkomiliga lagdur í oyði.
Myndir frá fylgisveinum vísa russiskar herdeildir beint uttanfyri forstaðin til Kyiv, Moschun, og fleiri bumbuálop hava verið móti Moschun í morgun.
Í Mariupol er ein moska rakt av bumbum, upplýsa ukrainskir myndugleikar. Sambært Reuters snýr tað seg um moskuna, sum er uppkallað eftir Suleiman 1., sum stóð á odda fyri osmanska ríkinum í 1500-talinum. Í bygninum vóru umleið 80 sivil fólk og nakrir turkiskir ríkisborgarar, skrivar Reuters.
