- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teitur gjørdi bestu føroysku plátuna í fjør
Teitur Lassen hevur sjálvur skrivað, framleitt og útsett løgini á "Cazador de Ostras", sum er upptikin í Mawi, Buenos Aires í Argentina seint í 2019.
Ljóðbland gjørdi Davi Izumi Lynch í Echo Zoo, Eastbourne í Onglandi, og mastring stóð Barry Grint í Air Studios í London fyri.
Plátan er serlig, tí hon blandar føroyskar og ensktmæltar sangir helvt um helvt, og tann sannroynd, at hann brúka tónleikarar úr Argentina gevur plátuni eitt heilt serligt flog.
Á "Cazador de Ostras" hoyrast forkunnug ljóðføri sum bandoneon, harpa, sitar, charango og ymisk strúkara- og trummuljóðføri.
Teitur hevur áður greitt frá, at argentinskir tónleikarar hava eina djúpa fatan av siðbundnum fólkatónleiki. Og tá teir standa saman í bólki við ljóðførum, fylgja teir natúrliga sangaranum uttan mun til, hvussu formurin er.
"Eg syrgdi fyri, at tónleikarunum dámdu at improvisera, og at teir høvdu tað gott við ikki at vita ov nógv um tónleikin frammanundan, so at vit bara kundu reagera og lurta eftir hvørjum øðrum og hava tað stuttligt saman.”
Teitur er tíverri burturstaddur á konsertferð, men her er ein bandað heilsa.
"Cazador de Ostras" var eisini evnið í tveimum LEITISSTEIN-sendingum í november, tá Teitur var samvertur.
Sendingarnar vóru eisini ein ferð inn í suðuramerikanskan tónleik, har Teitur var tónlistarligur ferðaleiðari og valdi tónleikin.
"Cazador de Ostras" varð eisini ummæld í "Kvørnini" í útvarpinum hjá Kringvarpinum.