![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/fonetika.jpg?itok=9Lz_HmAG)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
BA Tónlist vann fyrstu FMA-heiðurslønina 2022
BA Tónlist vann fyrstu FMA-heiðurslønina 2022
FMA22: Lesandi á B.A. í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum vunnu FMA-heiðurslønina fyri ársins útgávu í opna flokkinum fyri útgávuna "Fonetika"
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fma22.jpg?itok=giZo0V1O)
Katrina Olsen tók móti fyrstu FMA 2022-virðislønini fyri BA Tónlist, sum vann fyri bestu útgávu í Opna bólkinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
12.03.2022 - 20:05
"Fonetika" eitur ársins útgáva í opna bólkinum til FMA.
Talan er um eina útgávu, sum er sprottin beinleiðis burtur úr lestrinum á B.A. í listarligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya, tí tey, sum manna BA Tónlist, lesa øll á Setrinum.
Talan er um eksperimenterandi tónleik, ið ferðast frítt millum klassiskan og elektronisktan, modernaðan og siðbundnan og so framvegis.
Í grundini er talan um eina útgávu, ið er líka ymisk sum fólkini, sum hava gjørt hana.
BA Tónlist manna:
Katrina Olsen
Sissal Grækarisdóttir Magnusen
Líggjas Olsen
Jákup Veyhe
Per Ingvaldur Højgaard Petersen
"Fonetika" kann hoyrast á Spotify
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV