Russland og Ukraina gjørdu eingi framstig

bannari
Russland og Ukraina gjørdu eingi framstig
Russiski uttanríkisráðharrin sigur, at Putin vísir ikki aftur at hitta Zelenskyj á máli um ávís evni
Frá fundinum millum russiska og ukrainska uttanríkisráðharran í Turkalandi fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.03.2022 - 11:27

Eingi framstig vóru gjørd í samráðingunum ukrainska og russiska uttanríkisráðharran um eina vápnahvíld í Ukraina.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, og russiski starvsbróður hansara, Sergej Lavrov, hittust í Antalya i Turkalandi fyrrapartin. Turkaland tók stig til fundin.

Dmytro Kuleba letur kortini upp fyri møguleikanum at hitta Sergej Lavrov aftur seinni.

Hava lagt uppskot fram

Sergej Lavrov sigur, at hann brúkti fundin til at minna Ukraina á, at Russland hevur lagt fram uppskot um, hvussu kreppan kann loysast.

Lavrov sigur eisini, at Vladimir Putin, forseti, vísir ikki aftur at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, á máli um ávís evni.

Russiski uttanríkisráðharrin sigur, at hernaðarliga átakið í Ukraina gongur sum ætlað. Hann sigur eisini, at vesturheimurin hevur eina "vandamikla atferð í kreppuni," sum hann málber seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962