
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndir hjá NASA av mánalendingini á uppboð í Keypmannahavn

"That’s one small step for man...one giant leap for mankind," segði Neil Armstrong, áðrenn hann, sum fyrsta menniskja nakrantíð, steig á Mánan.
Nú kunnu nakrar av kendastu myndunum hjá NASA av søguligu mánalendingini og øðrum líknandi hendingum keypast á uppboð hjá Bruun Rasmussen í Keypmannahavn.
Talan er um 74 myndir, ið verða seldar á uppboð frá klokkan 13.40.
Har er myndin, ið Neil Amstrong tók av Buzz Aldrin, tá hann kemur niður gjøgnum leytaran á rúmdarfarinum fyrstu ferð. Neil Amstrong stóð longu var á Mánanum.
Har er eisini myndin av fyrsta fetinum á Mánanum, og myndin av Buzz Aldrin saman við amerikanska flagginum.
Alt myndir, ið vit óloysiliga samantvinna við mánalendingina.
Prísmetingina á myndunum liggur frá 4.000 krónum og heilt upp í 90.000 krónur, og tað er ásett alt eftir, hvussu áhugaverdar myndirnar eru.
Myndin, ið hevur hægstu virðismeting, er tó ein av Jørðini avmyndað frá Apollo 8 rúmdarfarinum. Á myndini sæst Jørðin rísa á Mánanum.
