Ávara um vanda fyri geislavirkni í Tjernobyl

Ávara um vanda fyri geislavirkni í Tjernobyl
Kjarnorkuverkið hevur mist streymin, og tí ber ikki til at køla brúkt kjarnorkubrenni niður
Streymurin er farin í Tjernobyl, og tí er vandi fyri geislavirkni frá kjarnorkuverkinum.
 
09.03.2022 - 13:55

Ukrainskir myndugleikar ávara um vandan fyri størri geisling við kjarnorkuverkið í Tjernobyl. Tjernobyl er nú undir russiskum valdi. 

Almenni stovnurin í Ukraina, Energogram, sum fylgir við kjarnorkuverkum, kemur við boðunum í dag. 

Orsøkin er eitt streymslit í Tjernobyl, sum m.a. hevur við sær, at tað ikki er møguligt at køla brúkt kjarnorkubrenni niður. Enn er tó ikki greitt, um hetta hevur havt størri geisling við sær.

Talsfólk hjá týska umhvørvismálaráðnum sigur, at ongar upplýsingar eru um, at geislingin frá verkinum í Tjernobyl er vaksin, skrivar Reuters. Altjóða stovnurin fyri kjarnorkueftirlitið, IAEA, váttar, at tey hava mist sambandið við Tjernobyl. 

Krevja at fáa streymin aftur

 Á Twitter sigur ukrainski uttanríkisráðharrin eisini, at kjarnorkuverkið hevur ongan streym.

- Verkið hevur mist atgongdina til streym, eg heiti á altjóða samfelagið um at krevja, at Russland steðgar álopunum, og setur streym aftur til skipanirnar í Tjernobyl í stundini, sigur hann á Twitter.  

Samstundis ávarar uttanríkisráðharrin um, at neyðgoymslan á verkinum kann halda verkið gangandi við streymi í 48 tímar. 

- Eftir tað steðga køliskipanirnar til kjarnorkubrennið, sum kunnu hava geisling við sær. Ómenniskjaliga kríggið hjá Putin setir alt Evropa í vanda. Hann má steðgast í stundini, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin á Twitter. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962