Finski ríkisdagurin skal viðgera uppskot um NATO-limaskap

Finski ríkisdagurin skal viðgera uppskot um NATO-limaskap
Matti Karpa hevur savnað 50.000 undirskriftir, sum krevjast fyri at fáa eitt uppskot fyri ríkisdagin
Finski ríkisdagurin skal viðgera eitt borgarauppskot um NATO-limaskap.
 
08.03.2022 - 09:30

Finski ríkisdagurin skal nú taka støðu til, um Finnland skal søkja um limaskap í NATO.

Eitt átak byrjaði 21. februar at fáa neyðugu undirskriftirnar, so uppskotið kundi koma fyri ríkisdagin.

Og tað tók ikki meira enn eina viku at fáa tær 50.000 undirskriftirnar, sum eru neyðugar fyri at fáa eitt uppskot fyri ríkisdagin.

Finnlendingurin, Matti Karppa, sum tók stig til at savna undirskriftir, fer at lata ríkisdegnum allar undirskriftirnar.

Uppskotið vísir á, at spenningurin í Eystrasalti økist, og at tíðin er komin, at Finnland skipar sína egnu verju.

Enn er ikki greitt, nær ríkisdagurin fer at umrøða uppskotið, sum vanlig fólk leggja fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962