
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsbólkur: SSL skal vera sjálvstøðugur stovnur ella partafelag
Arbeiðsbólkur: SSL skal vera sjálvstøðugur stovnur ella partafelag
Ein arbeiðsbólkur hevur viðgjørt Strandferðsluna, og hevur latið politisku skipanini fleiri tilmæli

Rúni Vang Poulsen, formaður í arbeiðsbólkinum, leggur frágreiðingina fram.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
08.03.2022 - 11:28
Fyrrapartin legði ein arbeiðsbólkur, sum hevur viðgjørt støðuna hjá Strandferðsluni, fram fleiri tilmæli um at broyta bygnaðin á stovninum.
Mælt verður m.a. til at skipa Strandferðsluna sum sjálvstøðugan stovn við egnum stýri, ella sum alment partafelag.
Arbeiðsbólkurin heldur, at tørvur er á fýra nýggjum skipum til Oyggjaleiðirnar, og Bygdaleiðir eiga at verða umskipaðar, tí á summum farleiðum er lítið og einki ferðafólk.
Hoyr samrøðu, sum Tróndur Olsen gjørdi við Rúna Vang Poulsen, formann í arbeiðsbóllkinum, í útvarpstíðindunum.
1513701
Jóhanna á Bergi og Søren L. Bruhn eru millum teirra, sum hava sitið í arbeiðsbólkinum. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Uni Rasmussen er landsstýrismaður í samferðslumálum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV