21 fólk doyðu í russiskum álopum í Sumy

bannari
21 fólk doyðu í russiskum álopum í Sumy
Russisk hernaðarakfør koyrdu í gøtunum í ukrainska býnum og skutu eftir húsum, har sivilfólk búgva
Bjargingarlið leita í toftunum í ukrainska býnum í Sumy í gjár eftir russiska álopið í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.03.2022 - 13:41

Russiskar rakettir raktu í gjár eitt íbúðarøki í býnum Sumy útnyrðingspartinum av Ukraina.

Í minsta lagi 21 fólk doyðu í álopinum, teirra millum tvey børn. 

Varauttanríkisráðharrin í Ukraina, Emine Dzheppar, skrivar á Twitter, at russisk hernaðarakfør koyrdu í gøtunum í Sumy og skutu eftir húsum, har sivilfólk búgva. Ein skúli var eisini raktur.

 

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni, har bjargingarfólk leita í toftunum eftir álopið á Sumy í gjár.

 

MYNDIR_UR_SUMY_TIL_NET

 

Tvær milliónir flóttafólk

Sumy er ein av býunum í Ukraina, har nógv sivilfólk eru flutt burtur í dag, eftir at russiskar herdeildir lovaðu at leggja vápnini, meðan tey verða flutt burtur. 

Í dag fer talið á flóttafólkum úr Ukraina væntandi upp um tvær milliónir, upplýsir flóttafólkastovnurin hjá ST.

Grannalandið Pólland hevur tikið ímóti flestu flóttafólkum, fleiri enn einari millión, síðani kríggið brast á 24. februar.

 

Sí  video sum miðilin Nexta hevur lagt út Twitter av álopunum á Sumy:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962